Søguligur hondbóltssigur

11.06.2017 - 18:02
ÍtrótturHondbóltur
Søguligur hondbóltssigur
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur á fyrsta sinni nakrantíð vunnið sær pláss í undankappingini til EM

Føroyska kvinnulandsliðiđ í hondbólti vann søguligan sigur í dag, tí á fyrsta sinni nakrantíð hava Føroyar vunnið sær pláss í undankappingini til EM.

Við sigrinum í gjár á Grikkalandi, vóru vónirnar stórar til dystin í dag móti Finnlandi, har ein javnleikur var nóg mikið til at koma víðari. Men úrslitið var betri enn tað, tá Føroyar vunnu 20-17 í dystinum, sum varð spældur í Athen.

Svøríki, Serbia og Makedonia fyri framman

Venjarin Scott Harrington er sum vera man bæði fegin og errin av sínum liði og framúr góðu úrslitunum hetta vikuskiftið, men hann viðgongur eisini, at tey hava verið eitt sindur ivasom, um tað var ov tíðliga fyri hetta unga liðið at dystast móti tveimum so sterkum liðum sum Grikkalandi og Finnlandi.

Nú skulu kvinnurnar hvíla og gleðast um sigurin, sigur venjarin, men fyri framman bíða fleiri av sterkastu hondbóltstjóðum í heiminum, Svøríki og Serbia og so ja, eisini Makedonia, og har er kanska ein vón at vinna.

Scott Harrington sigur, at liðið hevur einki at tapa, og at málið hjá teimum í undankappingini er at læra so nógv sum yvirhøvur møguligt, at gerast so kappingarfør sum til ber, og so eisini at hava tað stuttligt.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537