Kjógvin og skúgvurin fara at rýma úr Føroyum

03.07.2017 - 17:07
Lívsstílur
Kjógvin og skúgvurin fara at rýma úr Føroyum
Tað sigur fuglafrøðingurin Sjúrður Hammer. Í dag er altjóða sjófugladagur - World Seabird Day

- Eitt heitari veðurlag, orsaka av veðurlagsbroytingum, ger, at tað verður ov heitt hjá summum sjófuglum, sum kjógva og skúgvi, at reiðrast í Føroyum, sigur Sjurður Hammer, fuglafrøðingur.

- Við verandi gongd, so er hugsandi, at um nøkur áratíggju, eiga hesir fuglar ikki í Føroyum.

So er spurningurin um tað er gott ella ringt.

Í dag, 3. juli, halda granskarar og náttúrufólk um allan heim "World Seabird Day" - Altjóða sjófugla dagin. 

Júst hetta dato er valt, tí tað var tann 3. juli i 1844, at tann seinasti gorfuglurin varð sæddur á lívið. Í dag er gorfuglurin ímyndin av, hvussu illa tað kann ganga, um sjófuglur verður veiddur uttan fyrilit. 

- Tað hevur týdning at verja og kanna sjófuglin, tí hann er eitt "barometur" fyri heilsuna í heimshøvunum, sigur Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur. 

Lurta eftir samrøðuni við Sjúrð.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444