Kanningarstjóri: Eik helt upplýsingum aftur

27.07.2017 - 13:17
InnlendisSamfelag
Kanningarstjóri: Eik helt upplýsingum aftur
Bárður Larsen tekur tó ikki støðu til, um Eik hevur villleitt ella ikki. Tað má fútin gera av.

- Tað er rættiliga sannlíkt, at leiðslan í Eik hevur afturhildið upplýsingar fyri TAKS í 2013, fyri at sleppa undan at rinda skatt.

Tað stendur í tí partinum av niðurstøðuni hjá Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra á TAKS, sum ikki varð almannakunngjørd, tá hann hevði latið Fíggjarmálaráðnum frágreiðingina um skattamálið.

Men kanningarstjórin tekur tó ikki endaliga støðu til, um Eik hevur villleitt ella ikki. Tað má fútin gera av.

Torben Nielsen, formaður í nevndini fyri Betri banka, sigur í sms-boðum til Kringvarpið, at hann hevur ikki fleiri viðmerkingar enn tað, Betri banki hevur sent út í tíðindaskrivi.

Í tíðindaskrivinum, sum Betri banki sendi, tann dagin frágreiðingini varð almannakunngjørd, segði bankin, at í kanningini av skattamálinum sáar Bárður Larsen, kanningarstjóri, iva um leiklutin hjá Betri banka í hesum máli.

Bankin kann ikki hava henda ivan sitandi á sær. Tí vil nevndin, at málið verður latið fútanum, soleiðis at ein óheft rættarlig meting kann verða gjørd.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482