Trygdin hevur ikki altíð verið í lagi á deildini

04.08.2017 - 09:30
Innlendis
Trygdin hevur ikki altíð verið í lagi á deildini
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum ásannar, at viðurskiftini á føðideildini hava ikki verið nóg trygg.

Eftir at hava tvíhildið um, at alt var í lagi, taka tey nú í egnan barm. Týsdagin varð ein virkandi deildarljósmóður sett til burturav at tryggja, at trygdin á føðideildini er í lagi.

Tílíkar hendingar hava elvt til, at Henrik L. Hansen, landslækni, hevur sent ein fyrispurning til Landssjúkrahúsið, har hann vil hava at vita um trygdin á føðideildini í lagi. Hann krevur, at serfrøðin innan øll øki á føðideildini svara fyri seg.

Hann vil í dag ikki svara, um trygdin er í lagi, men vísir til fyrispurningin, hann hevur sent Landssjúkrahúsinum.

Hetta er ikki nakað Naina Túgvustein, varaleiðari, stúrir fyri. Hon sigur, at hóast umstøðurnar ikki hava verið nøktandi, hevur fakligheitin allatíðina verið í lagi.

Nú hava tey sett eina virkandi deildarljósmóður, sum skal burtur av tryggja, at allir avloysarar fáa kunning um praktisku viðurskiftini á deildini.

GG: Yvirskriftin á hesi grein varð kærd til fjølmiðlanevndina. Fjølmiðlakærunevndin gav tann 14. marts 2018 kærara lutvíst viðhald í, at yvirskriftin ikki er nøktandi.

Tú kanst lesa um niðurstøðuna hjá fjølmiðlakærunevndini her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213