Strangari krøv til trygdina á Varðanum

08.08.2017 - 08:51
Innlendis›Samfelag
Strangari krøv til trygdina á Varðanum
Loyvi, sum Tvøroyrar býráð hevur givið, er ikki endaligt fyrr enn eitt nú Umhvørvisstovan hevur góðkent virkið

Tá virkið hjá Varðanum Pelagic verður bygt uppaftur, verða strangari krøv stett til trygdina.

Millum annað kann virkið rokna við herdum krøvum til stóru ammoniakkgoymsluna.

Tað sigur Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.

Tvøroyrar býráð samtykti mikudagin einmælt at geva Varðanum Pelagic loyvi at byggja virkið uppaftur.

Tað varð gjørt á eykabýráðsfundi, sum varð hildin seks dagar eftir, at umsókn varð komin frá Varðanum.

Loyvið er tó ikki endaligt, fyrr enn eitt nú Umhvørvisstovan hevur góðkent virkið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213