Trupult at banna muslimskum frískúlum í Danmark

12.08.2017 - 14:38
Innlendis
Trupult at banna muslimskum frískúlum í Danmark
Mette Frederiksen hevur boðað frá, at hon vil hava muslimsku frískúlarnar í Danmark stongdar

Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur og undirvísari á Setrinum í grundleggjandi fyrisitingarlóg, væntar ikki, at uppskotið hjá Mette Fredriksen verður góðtikið.

Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum ætlar, at frískúlar, har fleiri enn 50 prosent av næmingunum eru muslimar, skulu stongjast.

Men hetta fer neyvan at ganga, heldur føroyski løgfrøðingurin.

At taka burtur stuðulin frá muslimskum frískúlum, so at skúlarnir ikki bera seg, er diskriminerandi.

Um uppskotið ikki verður orðað øðrvísi, fellur tað.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444