Kostnaðarmikið at gera broytingar í framleiðsluni

18.08.2017 - 21:27
InnlendisPengar
Kostnaðarmikið at gera broytingar í framleiðsluni
Tí hevur MBM ikki lækkað prísin á súrróma, hóast nøgdin í nýggju bikørunum er minkað.

Tað er kostnaðarmikið at gera broytingar í framleiðsluni, og tí hevur MBM ikki lækkað prísirnar á súrróma, hóast bikørini og innihaldið í teimum er minkað við 20 prosentum.

Tað sigur sølu- og marknaðarleiðari hjá MBM Valborg H. Laksafoss. MBM ger tó javnan prístillagingar, og fer fyrst í september at kanna, um til ber at lækka prísin á súrróma. 

Hendan orðingin kom av misgávum ikki við í innslagið um súrróman, sum var víst í Deg og Viku í gjárkvøldið. Vit umbera feilin, sum nú er rættaður í Deg og Viku innslagnum á netinum.

MBM fekk áðrenn Ólavsøku nýggj bikur til súrróman, tí tey gomlu elvdu til trupulleikar í framleiðsluni. Í teimum nýggju bikørunum er 20 prosent minni av súrróma í. Meðan 250 gram vóru í teimum gomlu, eru 200 gram í teimum nýggju bikørunum.  

Prísurin er tó tann sami.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444