Fróði valdur fram um Róald

03.09.2017 - 14:27
ÍtrótturFótbóltur
Fróði valdur fram um Róald
Fróði Benjaminsen loysir av Róald Jakobsen á føroyska miðvøllinum í dystinum móti Andorra. Tað er einasta broytingin á føroyska liðnum

Líkt er tí til, at skipanin við trimum spælarum í miðverjuni, sum roynd var hóskvøldið, verður brúkt aftur í dag. Føroyska liðið verður tí mannað soleiðis, at Gunnar Nielsen stendur í málinum, í miðverjuni verða Atli Gregersen, Odmar Færø og Rógvi Baldvinsson, bakkar eru Jónas Tór Næs og Viljormur Davidsen, á miðjuni Fróði Benjaminsen, Rene Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar og Gilli Rólantsson, og frammi Jóan Símun Edmundsson.

Men hví hesa broyting - altso Róald Jacobsen út og Fróða Benjaminsen inn? Tað spurdu vit Jóannes Jacobsen, hjálparvenjara á føroyska fótbóltslandsliðnum.

Støðan

Støðan í okkara bólki - bólki B - er tann, at Sveis er fremst við 18 stigum. Portugal er nummar tvey við 15 stigum, og Ungarn er nummar trý við 7 stigum. Føroyar eru nummar fýra við 5 stigum. Andorra er nummar fimm við 4 stigum, og Lettland er nummar seks við 3 stigum. Andorra tapti hóskvøldið 3-0 á útivølli fyri oddaliðnum Sveis, men í juni vann Andorra óvæntað 1-0 á Ungarn.

 

Tveir javnleikir

Føroyar hava tvær ferðir spælt móti Andorra. Báðir dystirnir eru endaðir 0-0. Tann fyrri var vinardystur í Spania í 1999, og tann seinni var spældur í mars í ár í hesari undankappingini á útivølli í Andorra. Vinna Føroyar í dag, hevur føroyska landsliðið fingið 8 stig, og tað er  ikki hent fyrr. Metið er frá undankappingini til HM-endaspælið í 2002. Tá fingu Føroyar sjey stig fyri tveir sigrar á Luksemburg og ein javnleik móti Slovenia. Higartil í undankappingini hava Føroyar vunnið 2-0 á Lettlandi á útivølli, spælt 0-0 móti Ungarn á heimavølli og 0-0 móti Andorra á útivølli.

Dysturin byrjar klokkan fimm seinnapartin, og verður sendur bæði í sjónvarpi og útvarpi. Útvarpið byrjar at senda av Tórsvølli klokkan trý.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444