Nú skal Miss Føroyar finnast

08.09.2017 - 11:33
Innlendis
Nú skal Miss Føroyar finnast
Kappingin verður vikuskiftið 17. til 18. november

Turið Elinborgardóttir samskipar kappingina.

Kvinnurnar, ið tekna seg, skulu vera millum 17 og 25 ár.

Annað krav er, at kvinnurnar ikki eiga børn ella eru giftar.

Grundin til hetta er, at skuldi tað hent, at føroysk kvinna vinnur Miss Universe, so skal hon flyta til USA í ena tíð, og tá riggar ikki at hava lítið barn við sær.

Turið Elinborgardóttir vann kappingina Miss Earth Denmark í 2015.

Hon sigur, at tá var tað Laila av Reyni, ið teknaði hana til kappingina, Hon ivaðist tá, men er glað fyri tað í dag.

Eg havi lært eina rúgvu og dugi nógv betur at føra meg fram í dag, sigur Turið Elinborgardóttir.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444