Lærarafelagið fegnast um avtøkuna av landsroyndum

19.09.2017 - 15:29
Innlendis
Lærarafelagið fegnast um avtøkuna av landsroyndum
Lærararafelagið fegnast um, at landstýriskvinnan ætlar at avtaka kravið um, at landsroyndir skulu vera

Formaðurin í Føroya Lærarafelagi, Herálvur Jacobsen, er glaður fyri, at kravið um landsroyndirnar í fólkaskúlanum skal avtakast. Lærarar hava ofta eftirlýst týdningin av landsroyndunum í fólkaskúlanum, sum komu, sum eitt svar uppá pisa undankanningarnar í 2005 og 2006.

Sambært Herálvi Jacobsen er ikki komið nógv jaligt burtur úr landsroyndunum, og tá ið tær skuldu talgildast, bleiv rok, og lærarar eru troyttir av tí.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, er eftir øllum at døma eisini troytt av tí, tí hon segði við útvarpið fyrr í dag, at landsroyndirnar í fólkaskúlunum skulu ikki vera lógarfest krav. Sambært henni, hava landsroyndirnar lagt eitt óneyðugt trýst á skipanina.

Lærararnir eru sostatt glaðir fyri, at kravið um landsroyndina verður avtikið, men Herálvur Jacobsen leggur afturat, at tað er eisini neyðugt at vita, hvussu næmingarnir klára seg, men nú kann man finna aðrar loysnir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904