Innihaldið er tað sama

bannari
27.09.2017 - 15:50
Innlendis›Politikkur
Innihaldið er tað sama
Stjórnarskipanaruppskotið, sum nú liggur í løgtinginum, hevur ongar innihaldsligar broytingar í mun til tað, sum fór til hoyringar á ólavssøku.

Hoyringarsvarini eru 122 í tali, men løgmansskrivstovan hevur ikki brúkt áheitanirnar frá borgarum og áhugafeløgum at gera tillagingar í stjórnarskipanini.

- Vit taka hoyringarsvarini í álvara, men tað er ikki upp til løgmann einsamallan at viðgerða stjórnarskipanina í mun til hoyringarsvarini. Tað fer grein 25 nevndin í løgtinginum at taka sær av, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775