Katalonar gera seg til reiðar til fólkaatkvøðu

30.09.2017 - 15:47
Útheimurin
Katalonar gera seg til reiðar til fólkaatkvøðu
Fólkaatkvøða verður í Katalonia í morgin, og tey eru um at vera til reiðar til valið

Tað er klárt til katalonsku fólkaatkvøðuna um loysing frá Spania í morgin. 

Tað kunngjørdi katalonski forsetin, Carles Puig-demont, framman fyri snurrandi myndatólunum og tíggjutalstúsund fólkum á stórum veljarafundi á Placa Espanya í Barcelona í gjárkvøldið. 

Stórt stríð hevur annars tikið seg upp millum sponsku miðstaðarstjórnina í Madrid og katalonsku sjálvstýrisstjórnina í Barcalona um ætlaðu fólkaatkvøðuna.

Grundlógarrætturin í Spania hevur dømt fólkaatkvøðuna ólógliga, og harvið er alt, sum hevur við fólkaatkvøðuna at gera, at rokna sum ein brotsgerð. 

Spanska herðnaðar-løgreglan hevur gjørt húsarannsóknir á støðum, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við fólkaatkvøðuna. Hald er í fleiri umførum lagt á atkvøðuseðlar og atkvøðukassar. Borgarstjórar og skúlastjórar eru hóttir við at verða drigdnir fyri rættin, um teir hýsa fólkaatkvøðuni. Og nógvar heimasíður, sum hava tilknýti til fólkaatkvøðuna, eru stongdar.

Uni Leitistein Hansen er staddur í Katalonia, hoyr samrøðu við hann her

 

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216