Nýskipanin kann ikki setast í gildi tann 1. januar

bannari
12.11.2017 - 15:28
InnlendisPolitikkur
Nýskipanin kann ikki setast í gildi tann 1. januar
Tað er ikki rætt at seta eina nýggja fiskivinnunýskipan í gildi tann 1. januar, heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Sambandsflokkurin hevði heystfund í Vestmanna í gjár.

Og formaðurin heldur seg hava undirtøku frá baklandinum í flokkinum fyri ikki at gera semju við samgonguflokkarnar um fiskivinnunýskipanina, uttan so, at samgongan vil taka undir við meginreglunum hjá Sambandsflokkinum.

Tað er millum annað at minka uppboðssølupartin munandi, at loyva útlendskum kapitali í fiskivinnuni og at einstøku fyritøkurnar kunnu eiga meira, enn reglurnar um antitrust leggja upp til nú.

Formaðurin heldur ikki, at Sambandsflokkurin er ov trekur at flyta seg fyri at finna semju.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659