Fara vónandi skjótt at differentiera elprísir

24.11.2017 - 16:31
Innlendis
Fara vónandi skjótt at differentiera elprísir
Lógaruppskotið um at differentiera elprísirnar, soleiðis at grønu hitaskipanirnar gerast bíligari, verður nú skjótt lagt fyri Løgtingið.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum, væntar, at uppskotið kemur fyri Løgtingið innan næstu vikurnar. Í løtuni er uppskotið til hoyringar.

Differentieringin í elprísum er ein av broytingunum, sum skulu fáa brúkarar at velja grønar orkukeldur, so Føroyar kunnu verða 100% grønar á landi í 2030.

SEV er til reiðar at taka í móti broytingini, sum fer at økja um inntøkurnar hjá SEV og bøta um raksturin, tá fleiri fólk velja grønu hitaskipanirnar. Nevndarformaðurin í SEV, John Zachariassen, vónar, at uppskotið kemur í gjøgnum skjótt.

Hann væntar, at hetta fær fleiri at leggja um frá olju til grøna hitaskipan, tí tað ger tað somikið áhugavert.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna vónar, at uppskotið fær undirtøku í Løgtinginum, tí tey eru øll samd um eitt orkuskifti, sum longu er í gongd.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454