Norðurlendska meistarastevnan hevur gingið væl

03.12.2017 - 18:24
ÍtrótturSvimjing
Norðurlendska meistarastevnan hevur gingið væl
Norðurlendsk Meistarastevna og Juniormeistarastevna 2017 hevur verið í Reykjavík um vikuskiftið. Føroyingar hava klárað seg væl.

Í gjár setti Vár Erlingsdóttir Eidesgaard tvey nýggj føroysk met. Eitt í 200 metrum frí við tíðini 2:02.18. Sára Nysted átti metið áðrenn, sum var 2:02.60. Síðani eitt met í 100 metrum frí við tíðini 56.98 sekund, og har átti Vár sjálv metið áðrenn, og hon gjørdist við tí metinum eisini fyrsta føroyska kvinnan undir 57 sekund á 100 metra teininum.


Umframt Vár hevur Signhild Joensen eisini sett tvær ferðir føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing fyrradagin, og í kvøld setti hon føroyskt met og vann gull í 200 metrum rygg. Óli Mortensen setti nýtt persónligt met og vann gull í 1500 metra frísvimjing fyrradagin.

Anita Ryggshamar Nysted, næstforkvinna í Svimjisambandi Føroya, er væl nøgd við úrslitini hjá svimjarunum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862