Nú verður nýskipanin samtykt, væntar Høgni Hoydal

bannari
05.12.2017 - 12:41
InnlendisPolitikkur
Nú verður nýskipanin samtykt, væntar Høgni Hoydal
Landsstýrismaðurin er væl nøgdur við álitið hjá samgongufólkunum í Vinnunevndini:
Hetta er eitt risafet fram á leið, sigur Høgni Hoydal.

- Nú hava vit so fingið eitt álit, sum kann bera ígjøgnum við meiriluta í tinginum, tað fegnist eg almikið um, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskimálum. 

Men hvussu veitst tú, um tað er meiriluti fyri tí?  

- Ja, nú skal man ongantíð siga ongantíð í politikki. So vit fáa sjálvandi váttað tað, tá álitið kemur til viðgerðar á tingi. Tá fáa vit so váttað, hvussu stórur meirilutan verður ella, hvussu støðan verður í tinginum. Tað er soleiðis, vit mugu arbeiða undir hesum umstøðunum, og tað er alneyðugt, at vit fáa avgreitt hetta málið nú.

Men tann eini samgonguflokkurin, Framsókn, er í iva. Kemur hetta óvart á teg, hevði tú væntað hetta?

-  Nei, tað er eingin ivi um tað at í hesari tilgongdini, sum hevur verið í hesum málinum, so hava tað allatíð verið ymsar meiningar um ymsar tættir í uppskotinum. Ikki um høvuðsendamálini men um amboðini í uppskotinum. Tey sjónarmiðini, sum eru farin fram, hava jú eisini verið partur av teimum longu samráðingunum, sum vit hava havt dag og nátt um hesi málini, sigur Høgni Hoydal.

- So nei, tað kemur ikki óvart á meg. Sjálvandi sigur Framsókn, at tey vilja fara ígjøgnum málið eina ferð afturat og hyggja eftir, um hetta uppfyllir tey endamál, vit settu okkum, ella hvussu langt hetta uppfyllir tey endamál, vit settu okkum, og tað taka vit sjálvandi við.

Men um so verður, at tingkvinnurnar hjá Framsókn ikki atkvøða fyri uppskotinum, hvat so? 

- Tað eru jú ivamál, sum eru í ordiliga stórum partum av øllum flokkunum. Eisini í Tjóðveldis- og Javnaðarflokkinum eru øgiliga ymsar meiningar um hetta, og fólk hava ført síni sjónarmið fram javnan og sagt, hvat tey ynskja. Hetta, sum nú er gjørt, er eitt álit, sum vit meta, tekur atlit til øll tey sjónarmiðini, sum eru komin fram, og sum kann fáa ein veruligan meiriluta í tinginum. 

So tú væntar, at Framsókn atkvøður fyri?

- Nei, eg havi ikki viðmerkingar til, hvat Framsókn ger. Framsókn hevur sjálvandi sítt fulla frælsi til at gera tað, sum tey vilja. Men vit hava havt eitt drúgt samskifti um tað eisini, og tað gera vit eisini ígjøgnum vikuna, sum kemur. 

Andstøðan í vinnunevndini hevur eingin broytingaruppskot yvirhøvur í álitinum, hvussu tulkar tú tað?

 - Nei, vit tosaðu jú við andstøðuna í gjár og hava sjálvandi tosað við tey ígjøgnum tiðina. Sum eg skilji, so hugsar andstøðan eisini at gera broytingaruppskot til 2. viðgerð, tað kann andstøðan jú gera. Men vit so ikki, júst hvat tað er. Men soleiðis skilti eg á andstøðuumboðunum í vinnunevndini, at tey eisini ynsktu at fáa tingviðgerðina at vera seinni í vikuni og ikki mikudagin, sum vit hugsaðu. Treytin hjá teimum, fyri at skriva undir álitið, var, at tey eisini fingu stundir til at umhugsa eitt broytingaruppskot.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297