Norðoyggjarnar og Eysturoyggin verða fyri vanbýti

bannari
12.12.2017 - 19:57
Innlendis›Politikkur
Norðoyggjarnar og Eysturoyggin verða fyri vanbýti
Avleiðingin av menningarkvotunum verður, at Eysturoyggin og Norðoyggjarnar onki fáa, sigur Bjørn Kalsø, tinglimur í Sambandsflokkinum.

Andstøðan finst hvassliga at ætlanini um at luta út 8,5 prosent í menningarkvotum.

Í broytingaruppskotinum hjá samgonguni verða serliga fimm øki nevnd, sum kunnu fáa menningarkvotur. Tey eru Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Vágar, Suðuroy og Sandoy, tí hesi økini lúka krøvini um minkandi fólkatal, høgt arbeiðsloysi ella hava avmarkað tilfeingi.

Eysturoyggin og Norðoyggjarnar verða eisini nevndar. Tey kunnu fáa stuðul í tann mun, tey lúka ásettu treytirnar.

Avleiðingin verður, at Eysturoyggin og Norðoyggjarnar onki fáa, sigur Bjørn Kalsø, tinglimur í Sambandsflokkinum.

Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini vísir hesum aftur.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053