Jógvan Philbrow: Eingi undantøk

14.12.2017 - 11:28
InnlendisSamfelag
Jógvan Philbrow: Eingi undantøk
Pedagogfelagið fer ikki at geva nøkur undantøk, tá felagið leygardagin herðir tiltøkini, og limir felagsins fara í verkfall

Leygardagin herðir Pedagogfelagið verkfallið, og allir limir í felagnum, sum starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum, fara í verkfall.

Stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, segði við útvarpið í gjár, at Almannaverkið væntandi fer at biðja um undantak. 

SÍ EISINI: Almannaverkið biðjur um undantaksloyvi

Men Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, sigur, at eingi undantøk verða givin.

- Vit hava ikki gjørt nakra avtalu um undaktøk í hesum førum, sigur Jógvan Philbrow og leggur afturat, at felagið ikki hevur móttikið umsóknir um undantøk enn. 

Undantøk geva onga meining

Harafturat sigur hann, at felagið ikki ætlar at geva hesi undantøk, um so verður, at felagið móttekur eina umsókn. 

- Tað gevur ikki meining at geva undantøk, tí so er eingin grund at fara í verkfall, sigur hann. 

- Eg vóni at Fíggjarmálaráðið skilir, at her er álvara í støðuni, og tað er so trupulleikin hjá Fíggjarmálaráðnum at syrgja fyri, at tingini ganga sum tey skulu, sigur Jógvan Philbrow um støðuna í løtuni.

Felagið hevur enn ikki tikið støðu til, um onnur tiltøk skulu setast í verk, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454