Pedagogfelagið tekur úrskurðin til eftirtektar

16.12.2017 - 13:27
InnlendisSamfelag
Pedagogfelagið tekur úrskurðin til eftirtektar
Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelagi, er ikki samdur í úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum, men tekur hann til eftirtektar
Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag

Fasti gerðarrætturin avgjørdi í gjár, at fráboðaða herðingin av verkfallinum hjá Pedagogfelagnum, sum var lýst at byrja í morgun - og sum skuldi raka stovnar undir Almannaverkinum, var óheimilað og tilskil avlýst.
Orsøkin er, at Pedagogfelagið ikki vildi geva Almannaverkinum neyðugu undantøkini fyri at tryggja lív og heilsu hjá teimum mest røktar-krevjandi borgarum, sum Almannverkið varðar av.
Men blekkið á úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum var nóg illa tornað, áðrenn Føroya Pedagogfelag fráboðaði eina nýggja herðing av verkfallinum.
Jógvan Philbrow er formaður í Føroya Pedagogfelag. Hann er ikki samdur í úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum, men tekur hann til eftirteknar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781