Ikki grundarlag fyri tveimum skipum

bannari
19.12.2017 - 13:31
Innlendis
Ikki grundarlag fyri tveimum skipum
Grundarlag er ikki fyri tveimum skipum í Barentshavinum í 2018, sigur Hanus Hansen, reiðari.
Hanus Hansen, reiðari

- Fiskivinnunýskipanin fer at fáa stórar avleiðingar fyri okkara virksemi í Barentshavinum, og grundarlag verður ikki fyri tveimum skipum, sigur Hanus Hansen, reiðari.

Hetta tí at stovnurin minkar, tí 15% av kvotuni skulu á uppboðssølu og aftur 8,5% kunnu fara til menningarkvotur. Tí er møguleiki fyri, at kvotan verður 33,5% lægri í 2018. 

Soleiðis sigur Hanus Hansen, reiðari. Hann greiðir eisini frá, at øll skip hjá reiðarínum eru til sølu fyri tann rætta prísin. 

Hoyr samrøðu við Hanus Hansen um nýggju fiskivinnulógina omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890