Aksel álit á Høgna og Fiskimálaráðnum

20.12.2017 - 15:38
InnlendisPolitikkur
Aksel álit á Høgna og Fiskimálaráðnum
At loyvi verður givið til at flyta veiðiloyvir ímillum skip, fyri síðani at kalla tey aftur, er ikki í lagi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Tað viðgongur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum fyrrapartin var avhoyrdur av kanningarstjóranum. 

Hann viðgongur eisini, at kanningarstjóramálið hevur skundað undir broytingarnar í Fiskimálaráðnum, so viðurskiftini fáast í rættlag.

Løgmaður sigur seg hava fult álit á Høgna Hoydal, landstýrismanni:

- Eg havi álit á Høgna Hoydal, annars hevði hann ikki sitið sum landsstýrismaður, sigur hann millum annað við útvarpið.

Hoyr samrøðuna við Aksel V. Johannesen omanfyri. 

Frágreiðing liðug í vár

Kanningarstjórin Kristina Samuelsen er nú liðug við tær avhoyringarnar skulu gerast. Hon hevur biðið um innlit í nøkur skjøl  aftrat, og fer síðani at skriva frágreiðingina. 

Kristina Samuelsen sigur seg rokna við at frágreiðingin verður latin løgtinginum í vár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209