Pedagogfelagið: verkfall á jólum tænir ongum

23.12.2017 - 16:30
InnlendisSamfelag
Pedagogfelagið: verkfall á jólum tænir ongum
Pedagogfelagið vónar, at avgerðin at seta verkfallið, sum byrjaði 12. desember, úr gildið um jólini, vísir góðan vilja frá pedagogfelagnum

Pedagogfelagið vónar, at avgerðin at seta verkfallið, sum byrjarði 12. desember, úr gildið um jólini, vísir góðan vilja frá pedagogfelagnum og tí kann vera viðvirkandi til, at glið kemur á sáttmálasamráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og Kommunalaarbeiðsgevarafelagið. 

- Nú er tað soleiðis, at ein semingsroynd verður gjørd tann 28. Eg haldi, tað tænir ongum at oyðileggja jólini fyri øll, soleiðis at tey ikki kunnu sleppa at halda jól, sum tey eina ferð plaga, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, og leggur afturat, at hetta ikki er at bakka fyri trýsti. 

- Hetta stigið taka vit, tí vit halda, at hetta er eitt skilagott stig at taka, sigur hann. 

Verkfallið suspenderað

Suspenderingin av verkfallinum merkir, at pedagogarnir, sum arbeiða innan almannaverkið, fóru aftur til arbeiðis í gjárkvøldið klokkan 11 og arbeiða øll jólini fram til 27. desember kokkan sjey, tá verkfallið aftur verður sett í verk. 

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum avvísir, at stigið at suspendera verkfalgið er tikið fyri at spara felagnum lønarútreiðslur. 

Hoyr samrøðuna við Jógvan Philbrow omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981