- Fleiri orsakir til minkingina í persónsskatti

04.02.2018 - 13:44
Innlendis
- Fleiri orsakir til minkingina í persónsskatti
Ein orsøk er uttan iva, at Varðin Pelagic stongdi í juni í fjør, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, um minkingina í persónsskatti í Suðuroynni.

Í Suðuroy fáa kommunurnar munandi minni inn í persónskatti í januar í ár samanborið við januar í fjør. Í prosentum er talan um eina minking á meiri enn sjey prosent.


Í krónum mistu Vágs og Tvøroyra kommuna mest, meiri enn 300.000 krónur mistu tær.


Dennis Holm er borgarstjóri í Vágs kommunu. Sambært honum er tað ein samanrenning av ymiskum faktorum, sum er orsøk til minkandi persónskattainntøkurnar í kommununi.


Ein av orsøkunum er uttan iva, at Varðin Pelagic stongdi í juni í fjør, tí eldur kom í, og so hava starvsfólk á dagstovnaøkinum ikki fingið løn orsakað av arbeiðssteðgi, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.


Inntøkur hjá fólki hava eisini verið methøgar kring landið, men ikki í Suðuroynni. Kommunurnar í Suðuroynni hava sitið saman í fleiri umførum og tosað um, hvussu tær kunnu fáa part í vøsktrinum, sum er í samfelagnum, sigur Dennis Holm.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV