- Vit eiga tær, øll

08.02.2018 - 14:03
ListTónleikur
- Vit eiga tær, øll
Tað siga Mirjam og Victor Carlsen, sum eru foreldur hjá Vanju, Lailu og Barabaru, ið fara at syngja í danska Melodi Grandprixinum leygarkvøldið

- Vit bæði eru so spent, sigur Mirjam, sum saman við manninum Victor, fara at sita í stóra salinum í mentanarhúsinum, Gigantium í Alborg, leygarkvøldið, tá ið døturnar Vanja, Laila og Barbara fara at syngja í danska Melodi Grandprixinum.

- Vit eri ikki bara spent, men eisini rørd  um allan stuðulin, sum vit hava fingið, heldur Mirjam fram. Bæði vinir og kenningar hava sett seg í samband við tey bæði og sent teimum góðynski.

Systrarnar Vanja, Laila og Barbara hava sungið, síðan tær vóru smágentur. Tað var tann elsta, Vanja, ið byrjaði at syngja sum einans tvey ára gomul. Systurin, Laila, hevði ikki meira enn fingið mál, so fóru tær báðar at syngja saman á plátum, sum foreldrini løgdu tilrættis. Barbara er nógv yngri enn hinar, tað var seinni, at hon fór at syngja.

- Tað var, tá ið vit búðu í USA, at tær ordliga funnu saman at syngja, sigur Victor

- Tá funnu tær sín egna stíl, sum tær hava enn tann dagin í dag, heldur Victor fram.

Og væl riggar, tí systrarnar vórðu spurdar, um tær ikki høvdu hug at royna seg í danska Melodi Grandprixinum, og tær játtaðu at gera eina roynd. Dómsnevndini dámdi sangin, og leygarkvøldið skulu tær so royna seg í Gigantium í Alborg.

- Allar Føroyar eiga tær, og sjálvandi eru vit, foreldur, sera spent til leygarkvøldið, sigur Mirjam Carlsen at enda. 

Carlsen systrarnar eru sjeyndi bólkurin á pallinum leygarkvøldið. Tær skulu syngja sangin "Standing up for Love", og Melodi Grandprixið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum, leygarkvøldið, klokkan 19.00 til 21.00.

Lurta eftir samrøðuni við foreldrini, Victor og Mirjam.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444