Lombini doyggja

10.02.2018 - 13:23
InnlendisSamfelag
Lombini doyggja
Fleiri túsund lomb doyggja í føroyska haganum hvørt ár. Seyðahaldið má broytast grundleggjandi, sigur Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur.

Veturin er farin at halla - skjótt stendur várið fyri durðum. Tað halda nógv vera gott. Men ein døpur søga, sum endurtekur seg hvørt ár er, at nógv túsund av nýlembdu lombunum ongantíð koma fyri seg.

Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, hevur gjørt eina varislig meting av, hvussu nógv lomb doyggja í miðal hvørt ár - talið liggur um 4500 lomb.

Høgi deyðstíttleikin hjá lombunum, kemur fyrst og fremst av, at tey ikki hava nóg nógv at eta.

At seyðurin er so svangur gongur eisini út yvir gróðurin í haganum, sum aftur gongur út yvir seyðin. Tað er sera ein óheppin gongd, sigur Gunnar Bjarnason.

Einstøku bóndurnir hava ikki beinleiðis skuldina av høga deyðstíttleikanum. Øll skipanin við seyðahaldi í Føroyum má endurnýggjast, heldur Gunnar Bjarnason.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283