- Mugu stevna, um teir vilja hava endurgjald

bannari
13.02.2018 - 12:02
InnlendisVinna
- Mugu stevna, um teir vilja hava endurgjald
Tað sigur Poul Michelsen, nú hummarafiskarar hava gjørt upp, at teir hava mist næstan 50 milliónir kr., tí alivinnan legst á hummaraleiðir

Vilja hummarafiskimenninir hava endurgjald, tí alivinnan trokar teir burtur av hummaraleiðunum, so mugu teir stevna eftir endurgjaldinum.

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, nú hummarafiskimenninir hava gjørt upp, at teir í hesari øldini hava mist næstan 50 milliónir kr., tí alivinnan legst á alsamt fleiri hummaraleiðir.

- Eg dugi illa at fyristilla mær, at teir hava roknað við, at eg fari at útskriva ein kekk uppá 50 milliónir krónur, tí tað geri ikki, sigur landstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen

Í hoyringarskrivi til Vinnunevndina siga hummarafiskimenninir, at alivinnan trokar teir burtur frá alsamt fleiri hummaraleiðum, og at teir bert í hesi øldini hava mist úrtøku, sum svarar til næstan 50 milliónir krónur.

Og fiskiskapurin av hummara minkar við trimum milliónum krónum um árið, sigur Hummarafelagið.

Nýggja alilógin sum í løtuni er til viðgerðar í løgtinginum, kann betra um møguleikarnar hjá hummarafiskimonnunum, heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Hoyr innslagið omanfyri.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483