Geytin stóran týdning

25.02.2018 - 14:26
InnlendisSamfelag
Geytin stóran týdning
Filmurin "111 góðir dagar", sum Trygvi Danielsen vann Geytan fyri í gjárkvøldið, er ætlaður sum partur av einari filmsrøð.

Trygvi Danielsen vann í gjár filmsvirðislønina, Geytan, fyri filmin "111 góðir dagar", tá filmsviðrislønir vóru handaðar í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. 

Hetta er annar filmurin, sum Trygvi Danielsen hevur gjørt, og hann er ætlaður sum partur av einari filmsrøð, sum leikstjórin ætlar at gera. Hetta vónar hann, at kunna fara undir næstu árini.

Trygvi Danielsen hevur ikki havt tær heilt stóru royndirnar at vísa á, tá hann hevur søkt um pengar at framleiða film fyri. Tí vónar hann at heiðurslønin bæði kann fremja ætlanina um filmsrøðina, og arbeiðið við filmsframleiðslu sum heild framyvir, sigur hann. Til hendan filmin hevur hann tó fingiið stuðul frá Tórshavnar kommunu og nøkrum privatum fyritøkum til ein part av arbeiðnum.

Eftir ætlan kemur filmurin út seinni í vár saman við einum stuttsøgusavnið og einari plátu, sum Trygvi Danielsen eisini hevur gjørt. Trygvi Danielsen hevur framleitt ein annan stuttfilm, og gav í 2013 sína fyrstu bók út -The Absent Silver King, sum er eitt savn av yrkingum, stuttsøgum og sangum. Í 2014 fekk hann heiðurin sum ársins unga listafólk frá Mentamálaráðnum. Hann lesur føroyskt á Setrinum við síðina av arbeiðnum við filmi.

Áskoðaravirðislønina, sum eisini varð handað í gjárkvøldið, vann Maria Tórgarð fyri filmin “Maðurin við Blæuni”.

Lurta eftir samrøðuni við Trygva Danielsen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV