Barbara Holm: Vit hava skjalprógvið

26.02.2018 - 18:12
InnlendisSamfelag
Barbara Holm: Vit hava skjalprógvið
Sosialurin helt, at samskiftið millum kelduna og Bjarna Hammer bleiv so álvarsligt, at blaðið valdi at geva løgregluni málið

Barbara Holm er blaðstjóri á Sosialinum. Vit spyrja hana, hví blaðið fer til løgregluna heldur enn at almannakunngera síni kanningarúrslit, soleiðis sum vanligt er.

- Í hesum konkreta førinum metti vit tað vera mest forsvarligt at gera tað upp á hendan mátan, sum vit hava gjørt tað, sigur Barbara Holm um rúsevnismálið um Bjarna Hammer, sum sambært Sosialinum hevur roynt at skaffa hassj til ungar kvinnur.

Ein serlig støða og søga

Narkodeildin bleiv kunnað í desember, og blaðið handaði so politinum málið síðst í januar.

- Vit hava síðst í januar mánaða valt at handa málið til løgregluna, alt sum tað er, og nú eru vit so her, sigur hon og leggur afturat, at hon ikki fær komið nærri inn á, júst hví Miðlahúsið hevur tikið hesa avgerð.

- Hetta her vísti seg tó skjótt at vera ein serliga støða og ein serliga søga, har okkara gravandi arbeiði leiddi fram til eitt úrslit, sum leiddi til at okkara løgfrøðingar og okkara leiðsla metti tað frægast at fara til løgregluna, sigur Barbara Holm um grundgevingina fyri, at Sosialurin handaði løgregluna málið.

Vit hava dokumentatiónina

Barbara Holm metir ikki, at Sosialurin er ógegnið í málinum, og at blaðið framvegis kann dekka málið, hóast blaðið nú er ein partur í málinum.

- Vit hava dokumentatiónina fyri tað, sum vit siga. Fyri tað um vit eru ein partur av málinum, so haldi eg kortini, at vit kunnu dekka tað. Vit kunnu kanska dekka tað betri enn nakar annar, netupp tí at vit hava verið ein partur av hesum og hava verið gravað í tí so langa tíð, sum vit hava.

Hoyr samrøðu við Barbaru Holm í brotinum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Serfrøðingurin: At bjálva hús
208868
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Fólkafundur undir brúnni
208782