Ikki trygg íløga hjá LÍV

27.02.2018 - 17:31
InnlendisVinna
Ikki trygg íløga hjá LÍV
At gera íløgur í eitt hotel kann verða ein íløga, sum er torfør at koma úr aftur, um fortreytirnar broytast, sigur Poul Christoffur Thomassen

Tí má tað metast sum ein váðarík íløga, sum LÍV er farið undir. Tað sigur Poul Christoffur Thomassen, aktuarur og fyrrverandi stjóri í LÍV.

Poul Christoffur Thomassen, aktuarur og fyrrverandi stjóri í LÍV, sigur, at tað er ikki óvanligt, at eftirlønarfeløg gera íløgur í fastogn, men at tað samstundis er ein váði at gera íløgur í eitt hotel, tí tað er ein íløga, sum hevur lága umsetiligheit.

Poul Christoffur Thomassen sigur, at íløgan kann metast sum at verða váðarík í tann mun, at um fortreytirnar ikki halda, so er torført at koma úr henni aftur.

Vanliga mannagongdin er tann, at eftirlønarfeløg fíggja stórar verkætlanir, heldur enn at standa sum eigari. Við at fíggja verkætlanum, fær ein pening inn leypandi, meðan váðin er størri við at veita eginpening.

Hoyr samrøðu við Poul Christoffur Thomassen omanfyri.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481