Mistak at kommunan í Kunoy ikki varð kunnað

28.02.2018 - 16:23
Innlendis›Vinna
Mistak at kommunan í Kunoy ikki varð kunnað
Tí hevur Bakkafrost boðið Kunoyar kommunu til kunning um ætlanirnar við smoltstøðini á Strond

Tað er eitt mistak at Kunoyar kommuna ikki er kunnað um viðurskiftini á nýggju smoltstøðini hjá Bakkafrosti á Strond í Klaksvík.

Tí hevur Bakkafrost boðið Kunoyar kommunu til kunning um ætlanina.

Kommunan kært umhvørvisgóðkenning hjá Bakkafrost

Kunoyar kommuna hevur kært umhvørvisgóðkenningina sum Bakkafrost hevur fingið á Strond, tí góðkenningin er ikki nóg ítøkilig, sigur Kunoyar kommuna.

Bakkafrost hevur lovað myndugleikunum, at felagið í seinast lagi 1. apríl hevur eina ætlan klára um, tað sum rennur frá nýggju smoltstøðini á Strond, sigur Regin Jacobsen:

Tað hevur skund hjá Bakkafrost at fáa øll viðurskifti í rættlag, tí arbeiðið at gera nýggju smoltstøðina er komið undir land, sigur Regin Jacobsen.

Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, í brotinum omanfyri.

Mistak

Allir aðrir myndugleikar eru kunnaðir og kenna til ætlanina, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. 

Fimm milliónir smolt skulu vera á nýggju smoltstøðini á Strond, og tey skulu alast har, til tey viga 500 gram. Limirnir í Kunoyar kommunu verða kunnaðir um ætlanina so skjótt sum til ber, sigur stjórin í Bakkafrosti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860