Blusa elvt til kjak í Løgtinginum

07.03.2018 - 15:00
InnlendisPolitikkur
Blusa elvt til kjak í Løgtinginum
Nú skulu reglur gerast fyri, hvussu ein sleppur at vera klæddur á Tingsinsrøðarapalli
Herfyri var Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna í eini blusu, har orðið "feminist" stóð á
Mynd: Tingvarpið  

Herfyri var Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, í eini blusu, har orðið "feminist" stóð á. Nú reisir Páll á Reynatúgvu, tingformaður, spurningin um, hvat sømir seg hjá tingfólki at vera í á tingsins røðarapalli.

Formansskapurin í Løgtinginum fer tí nú at gera greiðar reglur fyri, hvussu ein løgtingslimir skal sleppa at vera klæddur í Løgtinginum. 

Uttanflokkatingkvinnan var ikki varug við, at hennara klædnaval fór at skapa kjak. Hon var enn minni varug við, at hetta nú elvir til, at formansskapurin í Løgtinginum fer at gera greiðar reglur um, hvussu ein hevur loyvi til at verða klæddur á tingsinsr øðarapalli.

- Hevði eg vitað, at hatta fór at skapa eina yvirskrift, so var eg kanska bara farin í eina aðra ljósareyðu blusu, sigur hon og leggur afturat, at tað sum varð sagt, var nógv týdningarmiklari enn tað, sum stóð á blusuni. 

Kanska relevant, kanska ikki

Tað eru serliga boðskapir og reklamir á pløggum, ið kunnu vera órógvandi, heldur Páll á Reynatúgvi, løgtingsformaður.

- Onkur heldur, tað er fantastiskt, og at tað er gott, at man fær tann boðskapin fram. Onkur annar heldur kanska ikki, at tað er ein relevantur boðskapur at vera ílatin, tá man er á tingsins røðarapalli, sigur Páll á Reynatúgvu millum annað um tað, at Sonja Jógvansdóttir var ílatin blus við orðinum "feminist", meðan hon stóð á tingsins røðarapalli. 

Hoyr samrøðu við Sonju Jógvansdóttir og Páll á Reynatúgvu omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483