Akraberg hevur súrløgu við heim

09.03.2018 - 11:46
InnlendisVinna
Akraberg hevur súrløgu við heim
Akraberg, sum nú er á veg heim úr Barentshavinum, hevur 900 tons av frystum fiski í lastini. Harafturat hevur skipið 400 tons av súrløgu við heim

Tað, at hava súrløgu í lastini, er nakað nýtt í føroyskum høpi. Súrløga verður brúkt til m.a. alifóður.

Tá skipið varð keypt í 2012, vóru tangar í skipinum, og gjørt var av at fara undir royndir at gera súrløgu, so alt kundi takast við til lands. 

Reiðaríið setti seg í samband við norska felagið, Hordafor, sum ger súrløgu burtur úr slógvi frá norsku alivinnuni.

Samstarvið virkaði væl, og nú er komið undir land við royndunum umborð á Akrabergi, sigur Anfinn Olsen, reiðari.

Royndirnar hava kostað felagnum góðar átta milliónir kr, sum er væl meir enn upprunaliga mett. Kortini vil reiðarin ikki siga, at talan er um eina ov stóra íløgu til teirra virksemi.

Akraberg hevur gjørt ein góðan túr, skipið fór úr Føroyum 11. februar, og verður aftur í Føroyum leygarkvøldið. 

24 mans eru við skipinum.

Hoyr samrøðu við Anfinn Olsen í brotinum omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804