1,7 milliónir fyri 77 dagar

22.03.2018 - 13:03
InnlendisPengar
1,7 milliónir fyri 77 dagar
Betri Samtakið rindar Bjørn Mortensen meira enn 1,7 milliónir krónur fyri at vera stjóri í 77 dagar.

Danski bankastjórin var ein fyribilsloysn, eftir at Súni Schwartz Jacobsen í fjørsummar fór úr stjórasessinum í úrtíð.

- Ein banki má ongantíð standa uttan stjóra, sigur Birgir Nielsen, nevndarformaður í samtakinum, sum verjir avgerðina um at rinda fyribilsstjóranum meira enn 22.500 krónur um dagin fyri at vera til arbeiðis.

22.500 krónur um dagin

Bjørn Mortensen verður fyrstuferð valdur í nevndina í Betri Banka 21. apríl í fjør. Minni enn tríggjar mánaðir seinni, hin 13. juli, fer Súni Scwartz Jacobsen frá sum stjóri. Og knappliga stendur bankastjórasessurin tómur. 

Men ikki leingi. Nýggi nevndarlimurin í Betri Banka - Bjørn Mortensen - tekur við sum fyribilsstjóri í bankanum dagin eftir.

Nú roknskapurin fyri Betri Banka er almennur, er rokningin fyri fyribilsstjóran tað eisini.

Bjørn Mortensen fær 1.730.000 krónur í stjóraløn. Hann er stjóri frá 14. juli til 29. september. Í 77 dagar.

Sama lønarstøði sum fyrrverandi stjórin

Birgir Nielsen er nevndarformaður í Betri-samtakinum, og hann er eisini næstformaður í Betri Banka. Sambært Birgiri Nielsen er tað táverandi nevndarformaður í Betri Banka, Torben Nielsen, sum ger avtaluna við nevndarlimin Bjørn Mortensen, um at seta seg í stjórasessin beinanvegin.

Sambært Birgiri Nielsen er avtalan galdandi í umleið hálvt ár, og lønar-støðið skal vera tað sama, sum Súni Schwartz Jacobsen fekk.

77 dagar 

Men longu 29.september - 77 dagar seinni, er annar stjóri funnin, og Bjørn Mortensen reisir seg úraftur stjórastólinum.

Hann varðveitir tó løn fyri alt tíðarskeiðið - og tí fær hann 1.730.000 krónur fyri at vera stjóri í 77 dagar.

Birgir Nielsen vísir á, at tað er sera trupult at finna ein skikkaðan bankastjóra í knappari vend. 

Seinni, tað vil siga síðst í september, fann Betri Samtakið nýggjan bankastjóra - inni í samtakinum sjálvum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227