USA setir fiskaseljarum treytir um havsúgdjór

29.03.2018 - 15:50
InnlendisVinna
USA setir fiskaseljarum treytir um havsúgdjór
Tey, sum selja fisk til USA, skulu prógva, at onnur djór ikki eru fyribeind. Niels Winther er ráðgevi hjá alarum, sum eru í Havbúnaðarfelagnum:
Niels Winther sigur, at Havbúnaðarfelagið hjálpir landsstýrinum at finna eina loysn.

Tey, sum selja fisk til USA, skulu prógva, at onnur djór ikki eru fyribeind í sambandi við fiskiskapin ella alingina.

Føroyar selja fyrst og fremst aldan laks til USA.

Okkurt um ein fjórðingur av laksinum fer tann vegin. 

Men alarar í Føroyum skjóta viðhvørt kóp, sum amast upp á alibrúkini.

Og tað vilja amerikanarar ikki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303