- Kapping er kærkomin

04.04.2018 - 16:54
InnlendisVinna
- Kapping er kærkomin
Tað sigur stjórin á SEV, Hákun Djurhuus, sum fegnast um tað, at Magn hevur lagt seg eftir at veita grønar orkuloysnir

SEV megnar at lyfta uppgávuna um at Føroyar einans skulu nýta grøna orku á landi í 2030, men kapping um at framleiða streym er kærkomin stjórin á SEV, Hákun Djurhuus.

Hann fegnast um at Magn við keypinum av Demich hevur lagt seg eftir at veita grønar orkuloysnir til føroysku brúkararnar.

SEV megnar uppgávuna

Tað hevur týdning sambært Hákuni Djurhuus, tí tað verður avgerandi fyri at røkka málinum um grøna orku í 2030, at føroysku brúkarar leggja um frá olju til varandi orkukeldur.

Hendrik Egholm segði í gjár, at tað var týdningarmikið, at onnur eisini sluppu framat at framleiða streym inn á føroyska netið, tí um allur orkutørvur á landið skuldi verða grønur í 2030, so kundi SEV einsamalt ikki lyfta uppgávuna.

Tí var tørvur á at hava eina opnari elveitingarlóg, so tað gjørdist lættari hjá øðrum at sleppa framat og harvið fáa størri ferð á.

Ikki neyðugt við broyting í elveitingarlógini

Hákun Djurhuus er ósamdur við Hendrik Egholm, at SEV ikki megnar uppgávuna.

Hákun Djurhuus sigur eisini, at tað er ikki neyðugt við eini broyting í elveitingarlógini fyri at fáa kapping á føroyska marknaðinum.

Tað er longu partur av lógini, at útbjóðingar skulu lýsast, og har kunnu fleiri bjóða seg fram.

Hendrik Egholm segði eisini í gjár, at við eini øktari kapping, fæst eisini ein betri prísur fyri føroyska brúkaran. Heldur ikki hesum er Hákun Djurhuus heilt samdur í.

Hoyr innslagið omanfyri.

 
Er kopiera

Sí eisini

20.10.17
73449
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Týsdag 7. juli
RagnarRokk: Paul Gilbert um WROC
210595
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521