Eftirmeting av eldraøkinum hevur skund

10.04.2018 - 11:55
InnlendisPolitikkur
Eftirmeting av eldraøkinum hevur skund
Eftirmeting av eldraøkinum skuldi vera í 2020, men Kommunufelagið heldur, at eftirmetingin skal vera sum skjótast vegna ymsum trupulleikum

Tað hevur skund at eftirmeta eldraøkið, tí eldraøkið er ein stór byrða hjá kommununum, og vandi er fyri, at borgarar fara at fáa ymsa tænastu alt eftir, hvørjari kommunu tey búgva í. 

Tað heldur Føroya Kommunufelag, sum sigur seg bíða eftir fundarboðum úr ymsu aðalráðunum.

Tá ábyrgdin av eldraøkinum frá 1. januar í 2015 varð flutt til kommunurnar, varð samstundis gjørt av, at eldraøkið skuldi eftirmetast í 2020. 

Tað hava ymsir trupulleikar verið, og tí eigur eftirmetingin at vera sum skjótast, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum. 

Eftirmetingin skal fevna um afturberingarleistin, markamótini ímillum land og kommunur, kommunalu samstarvsøkini og mannagongdir, tá røktarkrevjandi borgarar flyta ímillum kommunurnar.

Hoyr samrøðu við Dennis Holm, formannin í kommunufelagnum, omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375