Góðan morgun Føroyar

Djarvi Macbeth í Sjónleikarhúsinum
19-04-2018
Seks áhugaleikarar hava fingið innlit í yrkissjónleik, og tað tey hava lært skal vísast á palli leygarkvøldið við leikinum Macbeth hjá Shakespeare

Í fjør heyst fór Havnar Sjónleikarfelag í samstarvi við Teatur Grugg undir spennandi verkætlan. Ria og Súsanna Tórgarð úr Grugg stovnaðu ein bólk av 6 áhugasjónleikarum, sum øll eru limir í Havnar Sjónleikarfelag.

Systrarnar høvdu verið í Skotlandi, og har fingu tær hugskotið at gera henda sjónleikarabólkin. Leikurin, sum tær sóu í Skotlandi var ein stytt útgáva av Macbeth hjá William Shakespeare. Tær fingu handritið heim við, og so hevur Ria Tórgarð føoyska handritið.

Leikurin er ein stytting og umskriving av upprunaliga leikinum. Og hóast søgan um Macbeth er døpur og ógvuslig, og snýr seg um svik, maktgirnd og morð, so er hesin leikurin samstundis skemtiligur og festligur, og ikki minst hugtakandi og spennandi. Ein samanseting av brotum úr upprunaliga tekstinum hjá Shakespeare, nútíðarteksti, tónleiki, dansi og sangi.

Ria og Súsanna Tórgarð úr Teatur Grugg, stovnaðu bólkin "Shakespeare Unplugged" í August 2017 í samráð við Havnar Sjónleikarfelag. Síðani hava vit arbeitt miðvíst at menna førleikarnar hjá luttakarunum at spæla sjónleik - og Djarvi Macbeth er fyrsti leikurin hjá bólkinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024