Barnaheimið fall burtur

27.04.2018 - 18:22
InnlendisPolitikkur
Barnaheimið fall burtur
Uppskotið at byggja nýtt barnaheim fall burtur tá Løgtingið fór í summarfrí, men arbeitt verður víðari við verkætlanini, sigur landsstýriskvinnan

Uppskotið um at byggja nýtt barnaheim fall burtur, hevur ligið í fíggjarnevndini síðani 18. januar. Men uppskotið kom ongantíð úr nevndini til aðru viðgerð, hóast breið semja er um tað og pengar eru settir av til verkætlanina.

Men stórur tørvur er á einum nýggjum barnaheimi, heldur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, sum legði uppskotið fram. Arbeitt verður tí víðari við ætlanini, og uppskotið verður lagt fram aftur á Ólavsøku, sigur landsstýriskvinnan.

Fíggjarnevndin spurdi um fígging

Barnaheimið er sjálvsognarstovnur, og fíggjarnevndin vil hava at vita, um virðið av verandi barnaheimið kann nýtast í byggingini av nýggja barnaheiminum, sum verður mett at kosta 60 milliónir krónur. 

Verandi Barnaheim ótíðarhóskandi

Leiðslan á Barnaheiminum hevur í nógv ár víst á, at stórur tørvur er á at byggja eitt nýtt og nútímans barnheim. Í løtuni er Barnaheimið spjatt í ymsum bygningum, og allir aldursbólkar og fólk við ymiskum trupulleikum húsast í somu hølum. Hetta ger tað trupult veita eina nøktandi viðgerð. Ætlanin er tí at byggja eitt nýtt barnaheim, sum kann skipast eftir aldri, kyni og tørvi hjá børnunum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297