Ferjulegan kann takast í brúk á Útoyggjastevnuni

07.05.2018 - 13:00
InnlendisSamfelag
Ferjulegan kann takast í brúk á Útoyggjastevnuni
Nú Útoyggjastevnan verður í Svínoy, er lagamanni at taka ferjuleguna í oynni í brúk, hóast hon ikki er heilt liðug, heldur Jógvan Kristin Olsen:
Ferjulegan á Eiðinum í Svínoynni.

So kunnu fólk, sum til dømis sita í koyristóli, nýta høvið at síggja oynna.

Tað heldur Jógvan Kristin Olsen, bóndi í Svínoynni, sum annars finst at ótryggu havnarviðurskiftunum í Svínoynni og Fugloynni:

Landsverk og Klaksvíkar kommuna byggja eina ferjulegu á Eiðinum í Svínoynni. 

Hon skuldi vera liðug í fjør og skuldi kosta fýra milliónir krónur. Landið rindar nógv tað mesta. 

Klaksvíkar býráð hevur skotið upp at umbyggja Rituna, so hon kann taka bilar, nú ferjulega verður gjørd í Svínoy.

Samferðlsusmálaráðið var í fjør summar sinnað at kanna, um til ber at umbyggja Rituna, so hon kann taka fýra bilar. 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590