Mótmælisgonga til Samferðslumálaráðið

08.05.2018 - 12:46
InnlendisSamfelag
Mótmælisgonga til Samferðslumálaráðið
Sjóvegis sambandið til smáu oyggjarnar má dagførast og avloysaraskip má finnast beinavegin, tí svikaliga sambandið órógvar borgararnar og vinnuna
Ternan er á sleipistøð í løtuni, og tí má Strandferðslan flyta runt við skipum á teim ymsu leiðunum.

Tað siga Maud Wang Hansen og Vígdis Bjarnadóttir, sum fyriskipa mótmælisgongu fríggjadagin av Bursatanga í Tinganes, har Samferðsumálaráðið heldur til.

- Vit síggja, at tað sum verður gjørt, er for lítið. Tað nøktar ikki tann tørvin, sum vit hava, og vit krevja, at tað verða gjørdar raðfestingar, sum eru rundanum tær oyggjarnar, sum hava sjóvegis samband, siga fyriskipararnir av mótmælisgonguni fríggjardagin. 

Í løtuni er Strandferðslan enn einaferð noydd at flyta runt við skipum á Oyggjaleiðunum, tí eitt av skipunum, í hesum føri Ternan, er á sleipistøð.

Tí siglir Sildberin til Nólsoyar og Súlan til Skúvoyar. Og Sam ger nakrar túrar um vikuna út í Nólsoyar við farmi, men støðan ávirkar vinnulívið.

- Í Nólsoy hava vit bygt eina nokkso góða ferðavinnu upp, og vit vita, at tað eru nógv ferðafólk, sum hava avlýst túrar til Nólsoyar, siga fyriskipararnar av mótmælisgonguni millum annað. 

Men støðan órógvar eisini vanlig fólk, sum pendla til og frá arbeiði. Í Nólsoy óttast tey harafturat, at fólk velja ikki at búseta seg í oyggjunum ella velja at flyta, um sambandið ikki verður betri og minni svikaligt.

Høvðuskrøvini hjá fyriskiparunum av mótmælisgonguni eru, at Strandfarskip Landsins skulu hava hægri raðfesting, at eitt avloysaraskip, sum nøktar veruliga tørvin á smáu oyggjunum, skal fáast til vega, og at ein “ferjuætlan” verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins.

Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, segði í gjár, at hann í dag ella í morgin fær boð um, eitt avloysaraskip sum vónandi er á veg. 

Maud Wang Hansen og Vígdis Bjarnadóttir vitjaðu morgunsendingina í morgun. Øll samrøðan kann hoyrast her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985