Miðalaldurin á flotanum er omanfyri 30 ár

24.05.2018 - 11:34
InnlendisSamfelag
Miðalaldurin á flotanum er omanfyri 30 ár
Flotin hjá Strandferðsluni er elligamal, og man burdi bygd fimm nýggj skip, sigur Thormund Johannesen, sum hevur gjørt eina støðulýsing av flotanum

Flotin hjá Strandferðsluni er elligamal, og man átti at bygd fimm nýggj skip. Tað sigur Thormund Johannesen, sum starvast hjá Knud E. Hansen, sum hevur gjørt eina støðulýsing av flotnum hjá Strandferðsluni.

Strandferðslan hevur tørv á einum avloysaraskipi. Tað hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Men sambært Thormundi Johannesen er tørvurin størri enn eitt avloysaraskip. 

Millum annað tí at miðalaldurin á skipunum hjá Strandferðsluni er omanfyri 30 ár, og tí at skipini ein ógvuligan lágan standard samstundis við, at tey eru dýr at halda. 

Sambært Thormundi Johannesen so eru fimm oyggjaleiðir, sum tørva nýggja skip. Tað eru Nósloyarleiðin, Kallsoyarleiðin, Fugloyar- og Svínoyarleiðin, Hestleiðin og Skúvoyarleiðin.

- Tey skip sum røkja hasar leiðirnar eru elligomul, og tey lúka slett ikki nútíðarkrøv. Tey eru undir eftirliti av Sjóvinnustýrinum, sigur Thormund Johannesen, sum mælir til, at Strandferðslan leggur eina langtíðarætlan, har ferjurnar á nevndu leiðinum verða skiftar út. 

Skipini verða dýr í viðlíkahaldi og rakstri, sigur hann og leggur afturat, at fimm ferjir samanlagt kosta umleið 280 milliónir krónir - bíligari enn eitt nýtt havrannsóknarskip. 

Hoyr samrøðuna við Thormund Johannesen omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450