Býarbókasavnið fær fjórðu hæddina kortini

04.06.2018 - 11:50
InnlendisSamfelag
Býarbókasavnið fær fjórðu hæddina kortini
Býarbókasavnið í Havn fær nú kortini nógv umrøddu fjórðu hædd í bygninginum í Niels Finsens Gøtu í miðbýnum í høvuðsstaðnum.

- Tað var ein misskiljing, tá fíggjarnevndin í býráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá síni egnu umsiting og taka fjórðu hæddina burturúr heildarætlanini fyri bókasavnið. Tað sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri og fíggjarnevndarlimur.

Samtykti tilmæli

Tað sá annars út til at vera rímuliga greitt fyri tey flestu, sum lósu gerðabókina hjá høvuðsstaðarkommununi.

Stjórnin - tað er evsta umsitingin á Vaglinum - mælir fíggjarnevndini til at samtykkja, at heildarætlanin fyri umbyggingina av Býarbókasavninum ikki fevnir um 4. hædd. Heldur skuldu hølini brúkast til skrivstovur hjá umsitingini.

18. mai samtykti fíggjarnevndin at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið.

Mótmæltu ætlanunum

Samtyktin fekk starvsfólkið á Býarbókasavninum at senda eitt opið mótmælisskriv til allar býráðspolitikarar, og eisini politikarar úr minnilutanum góvu ilt av sær. 

Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sum er í andstøðu, fanst hvassliga at ætlaninum hjá kommununi.

Eitt mistak

Málið varð tikið av skránni til býráðsfundin 24. mai, og í almennari fráboðan í gjárkvøldi sum aftursvar til Helenu Dam á Neystabø sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri, at alt málið er ein misskiljing og eitt mistak, sum kann henda.

- Tað er soleiðis viðhvørt, tá ið tað eru nógv og drúgv mál á skrá, og tingini ganga ov skjótt, so henda mistøk og misskiljingar, og hetta er eitt dømi um tað - at vit vóru ikki nóg væl ílatin og høvdu kanska ikki fingið lisið málið nóg væl, sigur Gunvør Balle. 

Sambært Gunnvør Balle hevur ætlanin altíð verið, sum Helena Dam á Neystabø eisini vísti á, at Býarbókasavnið skuldu fáa ta fjórðu hæddina. 

- Tað hevur gingið ov skjótt, og man hevur samtykt nakað, sum man ikki ætlaði sær. Tað hevur allatíð ligið í kortunum, at bókasavnið skuldi fáa triðju og fjórðu hædd, tá KT- og Fíggjardeildin fluttu út, sigur Gunvør Balle, varaborgarstjóri. 

- Tað er eingin umbering, tað eigur ikki at henda, sigur varaborgarstjórin.  

Málið verður aftur viðgjørt á býráðsfundi í komandi viku, og sambært Gunvør Balle verður ikki tikið undir við tilmælinum frá fyrisitingini kortini. 

Hoyr samrøðuna við Gunnvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585