- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kórkonsert í Kirkjubømúrinum
Tað verða bæði kór í Suðurstreymi við egnari skrá, men eisini felagskór við klassiskum kórperlum við instrumentalum fylgispæli.
Ólavur Hátún er stigtakari og ein av kórleiðarunum. Ólavur vitjaði Góðan Morgun Føroyar fyrr í vikuni.
Hoyr Ólavur greiða frá tí, sum verður at hoyra á serliga kórkonsertini í dag í brotinum omanfyri.
Endamálið við dagsins kórkonsert er at varpa ljós á og byrta undir kjak um Kirkjubømúrin, og hvat hann skal brúkast til. Ólavur Hátún heldur, at hann skal innilokast og verða mentanarhús.
Kórleiðarar á kórkonsertini eru Ólavur Hátún, Ólavur Jøkladal, Leif Hansen og Jóhannes Andeasen.
Konsertin við millum annað Tarira, Sólarmagn og Havnarkórinum verður í Kirkjubømúrinum í dag klokkan 17.
Tak niður
Sí eisini