Bulgarskur sangur um vikuskiftið

22.06.2018 - 18:35
ListTónleikur
Bulgarskur sangur um vikuskiftið
Dupultkonsert við kórinum Usmifka úr Danmark og føroyska sangbólkinum Kata
Unn Patursson og Katrina Petersen
Mynd: Leivur Thomsen  

Tað eru mong ár síðani, vit á fyrsta sinna hoyrdu bulgarskan sang sungnan í Føroyum av føroyskum sangarum. Tað byrjaði í 2007, tá Katrina Petersen, sum tá búði í Føroyum, stovnaði sangbólkin Kata. Uppskriftin ljóðaði uppá bulgarskan sang. Íblásturin til hetta hevði hon fingið frá sínari sangligu fyrimynd Kate Bush, sum í 80'unum sang saman við Trio Bulgarska, trimum songkvinnum úr Bulgaria. Katrina Petersen flutti til Danmarkar í 2009, men sangbólkurin Kata helt fram at syngja í Føroyum og útbygdi sítt repertoire við skjaldrasangi og øðrum. Katrina Petersen er í hesum døgum í Føroyum saman við kórinum Usmifka, sum á bulgarskum merkir "smíl". Kórið skal hava konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 14 saman við Kata. Katrina Petersen og Unn Patursson eru gestir í vikuskiftissendingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980