Grønland tapti hálvfinaluna

24.06.2018 - 14:09
ÍtrótturHondbóltur
Grønland tapti hálvfinaluna
Grønlendska manslandsliðið í hondbólti skal spæla um triðjaplássið móti Chile
Ingi Olsen, landliðsvenjari hjá Grønlandi

Grønlendska manslandsliðið í hondbólti, við Inga Olsen sum venjara, tapti sína hálvfinalu móti Argentina í pan-amerikonsku kappingini. Endaliga úrslitið gjørdist 39-17 til Argentina. Argentina var á odda 17-8 í hálvleikinum.

Vónirnar vórðu rímiliga góðar áðrenn dystin í gjár, men tað var eitt sterkari argentiskt lið enn hann hevði væntað at hitt, sigur Ingi Olsen.

Í hinari hálvfinaluni vann Brasil á Chile og tískil eru tað Brasil og Argentina, ið skula spæla finaluna, meðan Grønland skal spæla móti Chile í dystinum um triðja plássi og bronsumedaljurnar.

 

Væl nøgdur venjari

Samanumtikið er Ingi Olsen væl nøgdur við kappingina higartil. Útgangsstøðið áðrenn kappingina var at spæla seg til hálvfinalurnar, og tað málið er longu rokkið. Ingi Olsen sigur, at teir kunnu ikki lata illa at tá liðið fer úr kappingini eftir dyst móti Argentina, tí saman við Brasil vórðu tey bestu liðini í kappingini. 

Ingi Olsen hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála við grønlendska hondbóltssambandið. Hóast hann sjálvur hevur hug at varðveita venjarasessin sáttmálaskeiðið út, so er enn ikki vist, at hann ger tað, tí hann hevur ikki fingið nøkur boð frá nevndini enn. 

Grønland og Chile spæla dystin um triðja plássið kl. 17 seinnapartin í dag. Men dysturin er ikki bara um bronsuheiðursmerkið í hesi kappingini, tí vinnandi liðið tryggjar sær eisini eitt pláss í HM-endaspælinum saman við Brasil og Argentina.

Seinast Grønland var í HM-endaspælinum var í 2007 og tá endaðu teir nummar 22 av 24 londum. 

HM-endaspælið verður spælt í Danmark og í Týsklandi í januar 2019.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431