Vindrøkt forðar fyri útboði

27.06.2018 - 18:37
InnlendisSamfelag
Vindrøkt forðar fyri útboði
Hoyvíkshagin er einasta øki, sum er klárt til framleiðslu av vindorku. Økið verður tó ikki bjóðað út í fríari kapping, tí Vindrøkt situr á haganum

Tað er bara eitt øki, sum er klárt til framleiðslu av vindorku í norðurøkinum í løtuni, og tað er Hoyvíkshagin. 

Vindrøkt hevur gjørt avtalu við bóndan um økið, men felagið sleppur ikki í gongd við framleiðslu. Orsøkin er elveitingarlógin.

Sambært Kára Mortensen, deildarleiðara á Orku á unhvørvistænastuni, so má økið bjóðast út í fríari kapping, um tað skal brúkast til framleiðslu. Hetta ynskir Vindrøkt tó ikki, tí felagið metir seg hava rætt til framleiðslu á økinum.

Stjórin á Vindrøkt, Jóhan í Niðristovu, segði við Dag og Viuku í gjár, at teir eru til reiðar við trimum økum til vindmyllulundir. Men sambært deildarleiðaranum á Orku á Umhvørvisstovuni, so eru bara gjørdar nøktandi vindmátingar á tí eina økinum, sum er Hoyvíkshagin. Hini kunnu bara brúkast til smærri vindmyllur. 

Sambært Kára Mortensen, so eru Vindrøkt sjálvir forðingin fyri, at Hoyvíkshagin ikki verður boðin út. 

- Tað eru ymisk áhugamál á økinum. Um tað var soleiðis, at teir komu við umsókn til umhvørvisstovuna um at seta myllir upp, so høvdu vit kunnað gjørt eitt útboð. So hevði tann, sum bjóðaði hægst. fingið møguleikan at sett myllir upp, sigur Kári Mortensen. 

Sambært Kára Mortensen, so er eitt skipað arbeiði í gongd við at gera fleiri øki klár, og longu í summar verður økið á Eiði bjóðað út. Framleiðslan har kann byrja seinna hálvár í 2020. 

Hoyr samrøðuna við Kára Mortensen omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221