Lærarar fáa ikki fast starv

27.06.2018 - 16:20
InnlendisSamfelag
Lærarar fáa ikki fast starv
Aftur í ár vísa umboð fyri Lærarafelagið á, at tað ikki er nøktandi, at nógvir lærarar verða settir í tíðaravmarkað starv

Aftur í ár vísa umboð fyri Lærarafelagið á, at tað ikki er nøktandi, at nógvir lærarar verða settir í tíðaravmarkað starv, og at fleiri lærarar noyðast at søkja sítt starv á hvørjum ári í nógv ár.

Í grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum vísir Jona Højsted, nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi, á, at eisini í ár søkja fleiri skúlar eftir lærarum í tíðaravmarkaðum starvi, og hon vil hava Mentamálaráðið at gera okkurt við trupulleikan, men ásannar eisini, at tað er ein samráðingarspurningur.

Fólkaskúlin søkir á hvørjum ári eftir lærarum til føst størv og til tíðaravmarkað størv. Í vár varð søkt eftir 51 lærarum til føst størv í 18 skúlum, men eisini tíðaravmarkað størv vórðu lýst leys í flestu skúlunum. 

Jona Højsted veit ikki, hvussu nógv tíðaravmarkað størv eru lýst leys í ár, men hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum Lærarafelagið hevur víst á í fleiri ár. 

Eitt nú kannaði Lærarafelagið í 2016, hvussu nógvir nýútbúnir lærarar høvdu fingið fast starv í endanum av august 2016. Tá hevði ongin fingið fast starv, men fleiri høvdu fingið tíðaravmarkað starv. 

Og í fjør visti Lærarafelagið um lærarar, sum hava verið í tíðaravmarkaðum starvi í 15 ár. Nøkur tíðaravmarkað størv vilja altíð verða, men talið skal minkast, og rættindini skulu blíva betri fyri tey, sum eru í tíðaravmarkaðu størvunum, heldur Jona Højsted.

Herálvur Joensen, formaður í Lærarafelagnum, hevur fyrr víst á, at Lærarafelagið vil hava somu reglur sum aðra staðni, har tað er lógarásett, hvussu nógv ár eitt fólk í mesta lagi kann vera sett í sama tíðaravmarkaða starvi. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862