Høvdavirkið 20 milliónir í halli

04.07.2018 - 12:09
InnlendisVinna
Høvdavirkið 20 milliónir í halli
Búskaparkreppan, sum kollsigldi Nigeria í 2015, ávirkar nýggjasta roknskapin hjá virkinum í Leirvík. Eftir trupul ár er virkið tó við at fóta sær
Høvdavirkið í Leirvík merkir enn avleiðingarnar av djúpu búskaparkreppuni í Nigeria í 2015.

Høvdavirkið í Leirvík hevði 20 milliónir krónur í halli í fjør. Fyritøkan hevur framvegis ikki fingið pengarnar fyri vøru, ið varð seld til Nigeria, tá ógvuslig búskaparkreppa herjaði landið afturi í 2015. Í nýggjasta roknskapinum eru 14,5 milliónir krónur avskrivaðar fyri vøru, ið tá varð send til Nigeria, men har pengarnir ongantíð komu vegin fram.

-Støðan í Nigeria hevur ávirkað okkum sera nógv, sigur stjórin Eirikur á Húsamørk, sum tó hómar glottar fyri virkið:

 

Hann vísir á, at hækkandi oljuprísir og meira støðug viðurskifti í Nigeria gera, at tey, sum plagdu at keypa vørurnar hjá Høvdavirkinum, so smátt eru við at fóta sær aftur:

Eirikur á Húsamørk dylir ikki fyri, at kreppan í Nigeria hevur gingið hart útyvir Høvdavirkið. Alt virksemið steðgaði upp, fólk mistu arbeiði, neyðugt var at niðurfrysta og umleggja lán, eins og nýggjur íleggjari er komin inn í Høvdavirkið.

Eisini hevur Eirikur á Húsamørk roynt at finna nýggjar marknaðir, eitt nú er virkið farið at framleiða hundafóður til týska og bretska marknaðin.

Í nøgd er hundamaturin tó bara ein viðfáningur í mun til risastóra, nigerianska marknaðin, ið framhaldandi er avgerandi fyri Høvdavirkið.

Okkurt um 40 fólk arbeiða í dag á Høvdavirkinum. Tá framleiðslan var hin mesta, vóru tey útvið 70. 

Hoyr samrøðu við Eirik á Húsamørk við at trýsta á pílin undir myndini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558