- Sjálvsagt skulu trúgvandi syngja á festivalum

26.07.2018 - 01:00
LívsstílurÁtrúnaður
- Sjálvsagt skulu trúgvandi syngja á festivalum
- Tú mást boða boðskapin, har fólkið er, sigur Eyðun Jacobsen, sum grundgevur, hví hann hevur játtað at spæla á Summarfestivalinum.

Er tað sømiligt, at ein trúgvandi tónleikari boðar sín boðskap á einum festivali, har øl verður skonkt?

Tað er ein spurningur, sum Eyðun Jacobsen hevði hug at svara, tá hann fríggjadagin skrivaði nøkur orð á sín facebook-vanga.

Hann er sjálvur avgjørdur. Kristni boðskapurin skal boðast, har fólkið er. Og kanska serliga har, ið møguleiki er fyri at fáa nýggj fólk til frelsu.

Tí hevur Eyðun Jacobsen játtað at spæla á Summarfestivalinum í ár.

Men spurningurin er størri enn bara eitt svar. Tí hann setir hol á eitt eymt evni millum trúgvandi um, hvar markið gongur millum tað andaliga og verðsliga. EIn balansugongd, sum søguliga hevur flutt seg støðugt - nakað sum fólk vilja kalla eina glíðubreyt.

Eyðun Jacobsen sær ongan trupuleika í, at trúgvandi fara í biograf ella ganga í náttárlívinum um vikuskiftið - so leingi tey eru ílatin trúgvandi frakkanum.

Summartímin mikudagin 25. juli

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815