Taka so nógv plast upp aftur, sum gjørligt

07.08.2018 - 17:12
Innlendis›Umhvørvi
Taka so nógv plast upp aftur, sum gjørligt
Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, sigur, at kommunan ikki ynskir dálking og fer at taka so nógv plast upp aftur, sum til ber

- Hetta er dýrt hjá kommununi, men vit ynskja ikki at dálka og fara tí at taka so nógv plast upp aftur, sum til ber. 

Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, nú kommunan fer at leingja verjugarðin við havnina 90 metrar við gróti úr Eysturoyartunlinum, sum hevur nógv plast í sær, og sum tí fer at dálka sjógvin. 

90.000 rúmmetrar av føstum gróti skulu brúkast til verjugarðin hjá Nes kommunu. Grótið er úr Eysturoyartunlinum, og nógv plast er í grótinum.

Mett verður, at umleið 31,5 til 56 kilometrar av spreingileidningi verða fluttir av Strondur til Toftir. Mett verður eisini, at nógv av plastinum endar á sjónum. Og tað dálkar. 

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at kommunan fer at leggja eina forðing út á sjógv - eina flótandi slangu við neti, sum er ein metur djúpt. Netið skal so taka tað mesta av plastinum, sum endar á sjónum. 

- Hvønn dag, tað verður slept grót, so verður forðingin reinsað. Javnan verður fjørðan fram við landi eisini ruddað, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu.

Sambært borgarstjóranum verður tað kostnaðarmikið, men hann leggur dent á, at kommunan fer at gera sítt besta at rudda upp og tálma dálkingini, sum best ber til. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860